VØRUÚTBERING: Vit senda tær tína/tínar vørur innan 2-6 dagar við Posta og tað er - òkeypis frakt.
AFTURSENDINGAR RÆTTUR: Angrar tú keypið, ella er støddin skeiv, skriva okkum ein teldupost á elsabech.design@gmail.com um tað, síðan kanst tú lata vøruna inn aftur innan 30 dagar.
Tað kanst tú gera við at koma í okkara handil í Smæruni í Tórshavn, ella senda okkum vøruna aftur við postinum. Tá vit hava móttikið vøruna senda vit tær ein tilgóðar seðil, sum tú síðan eigur tilgóðar hjá okkum.
UMBÝTINGARRÆTTUR: Vøran kann umbýtast innan 30 dagar, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, og tú fær ein tilgóðarseðil frá klædnamerkinum elsabech.
REKLAMATIÓN – ER VØRAN IKKI Í RÆTTAÐ STANDI: Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein email um hettar, ella koma forbí í okkara handil í Smæruni og vísa okkum feilin. Teldupostur: elsabech.design@gmail.com
Fyrivarni: Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum.
GJALDING: Vit taka ímóti gjaldskortum ella bank yvurføring á okkara nethandli. Ongin sær hetta, og tað er 100% trygt at keypa frá okkum. Um tú vil keypa via bank yvurføring skriva okkum ein email um tað. Teldupostur: elsabech.design@gmail.com
Vit taka ímóti fylgjandi kortum:
-Dankort -Visa -Visa - Dankort -MasterCard -Visa Electron
Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).
Útfyllur tú ikki hesi, kunnu vit ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verður tikin av tíni konto, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg í samband við okkum á 217323 ella send ein teldupost á elsabech.design@gmail.com
Eru ivamál ella tú hevur trupulleikar við at keypa á síðuni hjá okkum, set teg í samband við okkum á 217323 ella send okkum ein teldupost á elsabech.design@gmail.com